Tekur líka nógva tíð at projektera sum at byggja

Tekur líka nógva tíð at projektera sum at byggja
Landsverk sigur, at tað tekur 502 dagar at projektera eitt sambyli og 527 dagar at byggja tað
Landsverk hevur latið Almannamálaráðnum upplýsingar, sum Fíggjarnevndin hevur fingið
 
03.11.2020 - 14:11

Tað tekur næstan líka nógva tíð at gera verkætlanina sum at byggja eitt sambýli.

Tað sigur Almannamálaráðið seg hava fingið at vita frá Landsverki.

Fíggjarnevndin spurdi um vardar bústaðir.

Sambært tíðarætlanini hjá Landsverki tekur tað 502 dagar at projektera eitt sambýli og 527 dagar at byggja tað, sigur Almannamálaráðið um sambýli á Mýrini.

Boðið út í næstum

Sambýlið á Mýrini í Hoyvík er um at verða liðugt projekterað. Jørðarbeiðið verður boðið út í næstum, og eftir ætlan verður farið undir byggingina næsta vár, og flutt verður inn í 2022. Í sambýlinum verður pláss fyri 18 fólkum við menningartarni.

Upplýst verður, at heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartúni á Argjum, verður umprojekterað og boðið út aftur nú. Tilboðini verða latin upp í desember. 

Broytingaruppskot verður væntandi lagt fyri løgtingið um at hækka fíggjarligu heimildina í desember ella januar. 

Eftir ætlan verður farið undir at byggja næsta vár og klárt verður at flyta inn í 2023. 

Í heiminum verða seks búpláss og seks umlættingarpláss umframt eitt virknistilboð til 15-16 børn og ung. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389