- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu fáa frálandaskip at avloysa Tjaldrið
Kunnu fáa frálandaskip at avloysa Tjaldrið
Samskifti hevur verið við fólk í vinnuni, sum kunnu standa fyri at keypa skip, men málið er ongan veg komið enn

Tjaldrið, sum er frá 1976, er vorðið ótíðarhóskandi
03.11.2020 - 08:46
Fiskimálaráðið hevur fingið at vita, at nógv frálandaskip eru til sølu.
Settar eru av 80 mió. kr. í 2023 og 2024 til at keypa vaktarskip og gera neyðugar tillagingar og viðlíkahald, nú Tjaldrið er vorðið gamalt og ótíðarhóskandi.
Fiskimálaráðið svarar Fíggjarnevndini, at ætlanin at útvega vaktarskip er ongan veg komin enn. Samskifti hevur verið við fólk í vinnuni, sum kunnu standa fyri at keypa skip.
Fíggjarnevndin spurdi eisini Fiskimálaráðið um Jákup Sverra, sum skal leigast út til millumlanda gransking. Men hetta verður tó neyvan í 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV