Fáa nú hjálp eftir lógini um almannatrygd

Fáa nú hjálp eftir lógini um almannatrygd
Trivnaðartænastur hjá landinum brúka eisini stovnar og onnur tilboð frá donskum kommunum, tá tilboðini ikki eru í Føroyum
Børnini, sum nú eru 18 ár, hava framvegis einki tilboð í Føroyum, sigur Almannamálaráðið í svari til Fíggjarnevndina
 
03.11.2020 - 10:05

Trý børn, sum eru umsorgarnaryvirtikin og hava verið á stovni í Danmark, hava kostað slakar fimm milliónir krónur um árið.

Tey eru nú vorðin 18 ár. Og barnaverndarnevndirnar meta ikki, at grundarlag er fyri at leingja uppihaldið á stovni í Danmark.

Men tey fáa nú hjálp eftir einari aðrari lóg enn barnaverndarlógini. Tey fáa hjálp eftir lógini um almannatrygd og veitingar.

Tey hava framvegis einki tilboð í Føroyum, metir Almannamálaráðið. 

Fimm milliónir minni

Hetta er svarið, sum Fíggjarnevndin fekk úr Almannamálaráðnum, tá nevndin undraðist á, hví biðið verður um 4,9 mió. kr. minni til barnavernd í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021.

Trivnaðartænastur hjá landinum brúka eisini stovnar og onnur tilboð frá donskum kommunum, tá tilboðini ikki eru í Føroyum.

Trivnaðartænastur kosta í miðal 7,2 prosent meira um árið tey trý árini 2019 til 2021.

383 mió. kr. næsta ár

Í 2014 kostaðu trivnaðartænasturnar góðar 236 mió. kr. Næsta ár eru tær mettar at kosta 383 mió. kr.

Av tí at búplássini eru so fá í Føroyum, eru kostnaðarmiklar einstaklingsskipanir neyðugar, sigur Almannamálaráðið.

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at 23 mió. kr. í hækkingini í játtanini næsta ár stava frá slíkum kostnaðarmiklum einstaklingsfyriskipanum, ella serligum viðurskiftum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172