- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 mió. kr. aftrat um árið til undirvísingartilfar
20 mió. kr. aftrat um árið til undirvísingartilfar
16 milliónir krónur skulu brúkast um árið til tilfar til miðnám, og fýra milliónir um árið til fólkaskúlan

Skal alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum og miðnámi verða føroyskt, skulu 20 mió. kr. játtast aftrat um árið næstu árini. Myndin er úr nýggja Skúlanum á Fløtum í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.11.2020 - 09:01
Nám skal brúka 20 mió. kr. um árið næstu trý ella fýra árini afturat verandi játtan, skal alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum og í miðnámi vera føroyskt.
Tað sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið í svari til Fíggjarnevndina, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021.
16 milliónir krónur skulu brúkast um árið til tilfar til miðnám, og fýra milliónir um árið til fólkaskúlan.
Metingin byggir á tær lærugreinir, har einki føroyskt tilfar er frammanundan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV