- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin vindskaði
Tað hevur verið nakað av vindi í nátt, men av Politistøðini í Havn verður sagt, at eingin fráboðan er komin um vindskaðar í nátt.
Tað var eisini vindur og nógv regn í gjár, og í Klaksvík tók vindurin nakrar fiskakassar út á sjógv. Áarlop vóru eisini, og í Giljum í Hvalba mundi eitt skriðulop rakt eini sethús.
Ringa veðrið hevur tó ikki hildið fólkið heima í nátt. Av politistøðini verður sagt, at nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og fleiri ferðir vóru boð eftir løgregluni.
Um trý tíðina í nátt var brúk fyri sjúkrabili fýra ferðir upp á 8 minuttir, og tað er sjáldsamt, verður sagt av politistøðini.
Okkurt harðskapsmál hevur eisini verið, og tveir bilførarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring - ein í Havn og ein í Runavík.