- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikin fyri harðligan atburð
Tikin fyri harðligan atburð
Um sjeytíðina í morgun tók politiið ein mann, sum gjørdi um seg í Steinatúni í Havn
Mynd: Savnsmynd
30.10.2020 - 07:58
Maðurin var inni í gamla bankabygninginum, har sum millum annað Visit Tórshavn er nú. Maðurin er fyribils skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkuna, fyri harðligan atburð.
Maðurin hevði turt kjøt og nakrar tómar sodavatnskassar við sær, so politiið vil fegið frætta frá teimum, sum halda seg eiga hesar lutir.
Maðurin hevði eisini ein rullistól, men politiið veit, hvaðani hann stavar. Maðurin er ikki heilt ungur, hann er føddur í 1960.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV