- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarætlanin fyri 2021 samtykt

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2021. Sjey atkvøður vóru fyri uppskotinum, tær sjey í meirilutanum.
Minnilutin atkvøddi blankt. Seinna viðgerðin verður 26. november. Aftur næsta ár fer inntøkan hjá Tórshavnar kommunu upp um milliardina.
Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021 er inntøkan mett at verða ein milliard og 92 milliónir krónur, 28 milliónir, 2,6 prosent, meira enn í ár.
Skattaprosentið og barnafrádrátturin óbroyttur
Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19. Og barnafrádrátturin verður sum í ár 8.000 krónur.
Tað fer at kosta 876 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, 5,8 prosent meira enn í ár. Og 160 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við.
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu higartil í ár eru trý prosent størri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2020.