- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er skrivað undir sáttmálan

Rammusáttmálin um fisk millum Føroyar og Bretland er nú undirskrivaður.
Fyrrapartin skrivaðu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Emma Hopkins, bretsk sendifrú í Keypmannahavn, undir sáttmálan.
Týdningarmestu ásetingarnar í sáttmálanum fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at bæði londini skulu raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum, og sjøtul verður eisini settur á samstarv um havlívfrøði og umhvørvi.
Øll hesi viðurskifti skulu viðgerast í árligu samráðingunum millum londini.
Søguligur dagur
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hetta er ein søguligur dagur fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.
- Sáttmálin er ein varði í okkara felags søgu og eitt stórt framlop í felags royndini at menna samstarvið millum báðar tjóðirnar, sigur hann.
Ætlanin er, at bæði løgtingið og bretska parlamentið skulu samtykkja sáttmálan seinni í ár, og hann verður karmur um alt fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland í framtíðini.