- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttanarlógin viðgerast í dag
Eykajáttanarlógin viðgerast í dag
Løgtingið fer seinnapartin í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg

29.10.2020 - 06:24
Hallið í uppskotinum er 128,8 milliónir krónur. Flestu pengarnir fara til samferðslu.
Biðið verður um 100 milliónir krónur til nýggja høvuðskontu hjá partafelagnum Atlantsflogi, kontan eitur kapitalinnskot vegna COVID-19.
Sama slag konta hjá Vága floghavn fær 15 milliónir krónur. Og Strandfaraskip landsins fáa fýra milliónir krónur, tí færri ferðafólk gera, at stovnurin missir fýra milliónir krónur frá 1.juli til nýggjárs.
Løgtingsfundurin í dag er klokkan 13:30.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV