- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldradepil gerast í Kollafirði
Eldradepil gerast í Kollafirði
Býráðið í Havn fer nú at taka støðu til eitt uppskot um at játta pening til eldradepilin

29.10.2020 - 08:26
Ein eldradepil skal byggjast í Kollafirði. Á býráðsfundinum í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt uppskot um at játta tvær milliónir krónur næsta ár til byggiskrá og projektering.
Sambýlið í Kollafirði er ikki tíðarhóskandi longur, og tað er eisini alt ov lítið. Har eru sjey pláss. Sambært virksemisætlanini, sum varð gjørd í 2017, um eldradepilin skal pláss vera fyri 24 til 30 fólkum.
Tá er talan um røktarbúpláss, stutttíðarpláss og røktaríbúðir umframt dagtilhald og venjingarumstøður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV