- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallið 130 milliónir í uppskotinum um eykajáttan
Hallið 130 milliónir í uppskotinum um eykajáttan
Fyrsta viðgerð verður í morgin. Flestu pengarnir fara til samferðslu

28.10.2020 - 06:37
Slakar 130 milliónir krónur eru í halli í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár. Hallið er 128,8 milliónir krónur. Fyrsta viðgerð verður í morgin. Flestu pengarnir fara til samferðslu.
Biðið verður um 100 milliónir krónur til nýggja høvuðskontu hjá partafelagnum Atlantsflogi, kontan eitur kapitalinnskot vegna COVID-19.
Sama slag konta hjá Vága floghavn fær 15 milliónir krónur.Og Strandfaraskip landsins fáa fýra milliónir krónur, tí færri ferðafólk gera, at stovnurin missir fýra milliónir krónui frá 1. juli til nýggjárs.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV