- Tíðindi, mentan og ítróttur
John Rajani fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael

John Rajani tekur við sendifólkastarvinum 1.desember.
John Rajani er 51 ára gamal og hevur útbúgving í búskapi og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi.
Hann er giftur, eigur trý børn, og hevur virkað í ráðgevaravinnuni tey seinastu árini.
Royndir sum sendifólk
John Rajani var sendifólk í London frá 2002 til 2005, og var við til at byggja sendistovuna í London upp.
Hann hevur drúgvar royndir bæði í miðfyrisitingini og í privatu vinnuni.
Í fíggjarvinnuni hevur hann tíggju ára royndir á leiðslu- og stjórnarstigi í BankNordik.
24 søktu um at gerast føroyskt sendifólk í Ísrael, 20 menn og fýra kvinnur.
Sendistovan letur upp beinavegin
Ætlanin er, at føroyska sendistovan í Tel Aviv skal lata upp sum skjótast.
Í starvslýsingini stendur millum annað, at sendifólkið millum annað skal umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál.
Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.
Í fíggjarlógini fyri 2020 eru 1,6 milliónir krónur til sendistovu í Ísrael.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár eru fýra milliónir krónur.