- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskarar funnið nýggjan havstreym
Granskarar á Bjerknessenteret for klimaforskning og Lærda háskúlan í Bergen hava uppdagað nýggja havstreymin, sum gongur norðan fyri Ísland og fram við Føroyum.
Havstreymurin er doyptur "Iceland-Faroe Slope Jet". Stefanie Semper hevur funnið nýggja havstreymin í sambandi við eina ph.d. ritgerð. Hon er høvuðsrithøvundi í sambandi við eina grein, sum lýsir nýggja havstreymin, veit NRK.
Djúpum vatni
Tað er eydnast henni at fáa greiðu á, at hvat hendir við Golfstreyminum, sum ferðast norðureftir við heitum sjógvi. Golfstreymurin søkkur niður í djúpan sjógv og ferðast síðani suður eftir framvið Íslandi og Føroyum, har av navnið.
Stefanie Semper er høvuðsrithøvundi á einari av tveimum greinum, har hin greinin, sum eisini stendur í náttúruvísindaligum tíðarriti, hevur funnið kelduna til nýggja streymin. Havstreymurin byrjar beint við Eysturgrønland.
Óttast
CICERO-granskarin, Bjørn Hallvard Samset, heldur, at vit eiga at óttast.
- Tað er orsøk til at óttast. Um havstreymurin, sum gongur norðureftir verður ávirkaður, soleiðis at hann ferðast spakuligari enn fyrr, so fær tað stóran týdning fyri umhvørvið. Vit vita, at um streymurin steðgar upp, verður nógv kaldari.