Tvey valevni aftrat í Hovi

bannari
Tvey valevni aftrat í Hovi
Upprunaliga vóru bara trý valevni, men nú eru tvær kvinnur komnar á listan aftrat
Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri, hevur sitið í kommunustýrinum í Hovi fýra valskeið, stillar ikki uppaftur
 
23.10.2020 - 11:05

Nú eru fimm fólk á listanum til kommunuvalið í Hovi.

Valnevndin hevði fund í gjárkvøldið, og tá fekk hon tvær kvinnur at stilla upp aftrat. Tær eru Jórun Mortensen og Sirið Hovsgarð.

Tá freistin at boða frá vallistum var úti, vóru bert trý fólk á listanum í Hovi. Tey vóru: Bergljót Ludvig, sum er varaborgarstjóri nú, og Jón Midjord, sum er limur í bygdaráðnum.

Saman við teimum var Delmar Tausen á listanum. Delmar hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki í Hovi, og hevur verið borgarstjóri í fleiri umførum. Hann hevur seinastu árini ikki havt sæti í bygdarráðnum.

Stillar ikki uppaftur

Núverandi borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, hevur sitið fýra skeið í bygdaráðnum í Hovi, og hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur.

Hann sigur, at nú eru fimm bygdarráðslimir í Hovi, men á nýggjárinum fór fólkatalið niður um 100, og tí skulu bert tríggir limir veljast í bygdarráðið hesaferð.

Nú fimm fólk eru á listanum, verða tvey av teimum varafólk í bygdaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Leygardag 1. mars
VIkan 1. mars 2025
188483
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381