- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svartkjaftakvotan minkar 20 prosent
Svartkjaftakvotan minkar 20 prosent
Strandarlondini samráðast í hesari vikuni um uppsjóvarfiskin

Føroyska svartkjaftakvotan verður góð 330.000 tons næsta ár
22.10.2020 - 11:02
Føroyska svartkjaftakvotan verður 20 prosent minni næsta ár, enn hon er í ár.
Hon er 412.700 tons í ár, og verður góð 330.000 tons næsta ár.
Strandarlondini samráðast í hesari vikuni um uppsjóvarfiskin.
Svartkjafturin er liðugur, og nú er norðhavssildin á skránni. Síðani kemur makrelurin.
Londini eru samd um at gera, sum ICES sigur. Og tilmælið hjá ICES fyri 2021 er sløk 930.000 tons, 20 prosent minni enn í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV