- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um dagpengar ikki undirtøku í samgonguni

Við vanligu grundgevingini um, at landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tess, tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum.
Stjórar í smáum feløgum, sum hava nøkur fá fólk í arbeiða, eiga eisini at kunna tekna sjálvbodna dagpeningatrygging. Javnaðarflokkurin eigur uppskotið, sum hevur verið í Trivnaðarnevndini.
Umboðini hjá samgonguni har mæla frá at samtykkja upskotið, tí landsstýriskvinnan arbeiðir við tí. Og hon skal hava frið til at arbeiða við tí, siga samgongufólkini í Trivnaðarnevndini.
Føroya arbeiðsgevarafelag og Føroya handverksmeistarafelag upplýsa, at tey hava 450 limir. 180 teirra hava fimm fólk ella færri í arbeiði.