- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rakstrarútreiðslurnar meira enn tvífaldaðar

Tí fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt tveir mánaðir, áðrenn nakar visti um búskaparligu avleiðingarnar av koronu.
Fíggjarlógin kyndi enn meira undir glóðheita føroyska búskapin. Vinnuhúsið hevur greinað føroyska búskapin. Úrslitið er, at skuldin hjá landskassanum kann skjótt vaksa.
>> SÍ EISINI - Rakstrarútreiðslurnar skulu minka
Vøksturin í rakstrarútreiðslunum í fíggjarlógini fyri 2020 er meira enn tvífalt so stórur sum árligi miðalvøksturin í rakstrinum frá 2015 til 2018, sum longu var alt ov stórur, sigur Vinnuhúsið.
Og hetta var, áðrenn nakar visti, at korona kom. Vinnuhúsið sigur, at tað verður stór politisk avbjóðing at stýra fíggjarviðurskiftum landsins í framtíðini.
Hallið 367 milliónir í 2020
Raksturin hjá landinum er pumpaður upp í allarbestu tíðum, og inntøkurnar skulu tí ikki broytast nógv skeiva vegin, áðrenn landskassin fær munandi hall og vaksandi skuld sum frá líður.
Tað sæst longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, hvussu viðbrekin gongdin er. Landskassin fer frá avlopi, sum var 428 milliónir krónur í 2019, til hall, sum verður 367 milliónir krónur í 2020.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er hallið 171 milliónir krónur. Úrslit landskassans fer tí slaka milliard, 966 milliónir krónur, skeiva vegin í bara tvey ár.
Korona ikki alla skyldina
Um henda gongdin heldur fram, fer landskassaskuldin at vaksa hálva milliard um árið komandi árini, sigur Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið sigur bart út, at illa ber til at geva koronu skyldina fyri metstóra vøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans.
Politiska skipanin hevði longu mist tamarhaldið á útreiðsluvøkstrinum, langt áðrenn, nakar hevði hoyrt um koronu, sigur Vinnuhúsið.