- Tíðindi, mentan og ítróttur
Odmar sítt fyrsta landsliðsmál í rótutum javnleiki
Odmar Færø bjargaði Føroyum annað stigið, tá hann skallaði eitt horna í málið og javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki í einum rótutum dysti móti Lettlandi á Tórsvølli.
Og hóast eitt mál frá innskifta Jóan Símuni Edmundsson av órøttum varð kolldømt, hevði føroyska avrikið neyvan uppiborið so nógv meir enn júst eitt stig.
Tvey deyðbóltsmál
Føroyar byrjaðu annars dystin væl, men eftir at Brandur H. Olsen mátti fara av vøllinum við skaða í eyganum, fall føroyska spælið sundur.
Dysturin gjørdist rótutur við nógvum longum sendingum og nógvum nærdystum, og stevið í spælinum hvarv.
Lettar gjørdust alt meir nærgangandi, og løgdu seg eisini á odda, tá 25 minuttir vóru spældir. Roberts Savalnieks sendi eitt fríspark innfyri, lettar fingu høvdið á, og ein púra leysur Janis Ikaunieks var ísakaldur við handaru stong.
Men føroyingar vístu, at eisini teir duga at gera sær dælt av deyðbóltum. Tríggjar minuttir eftir lettiska málið stakk Odmar Færø seg upp og skallaði hornasparkið frá Jóannesi Bjartalíð í málið úr stuttari frástøðu. Hetta var fyrsta málið hjá KÍ-verjuleikarinum fyri føroyska landsliðið.
Edmundsson-mál kolldømt fyri ivasama rangstøðu
Fáir batar vóru at hóma í føroyska spælinum í seinna hálvleiki. Sum fráleið troyttaðust spælararnir, og dysturin móti Danmark mikukvøldið byrjaði at síggjast. Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin, tá 65 minuttir vóru spældir, men illa gekst at finna hann og fáa glið á spælið.
Men tað var Arminia Bielefeld-framherjin, sum hevði høvuðsleiklutin, tá Føroyar hildu seg hava skotið sigursmálið. Klæmint A. Olsen fekk fatur á einum bólti aftanfyri lettisku verjuna, og legði hann yvirum til Jóan Símun Edmundsson, men linjuverjin hevði flaggið á lofti.
Sjónvarpsupptøkurnar vístu, at í besta føri var talan um eina ivasama avgerð.
Vardu tað, teir høvdu
Sum seinni hálvleikur leið, tók føroyska liðið seg alt longur aftur á vøllin. Um tað var av møði, ella tí teir savnaðu seg um at varðveita stigið, teir høvdu, er ilt at siga, men tað eydnaðist í øllum førum at standa ímóti síðsta trýstinum frá lettum. Og tað vóru í øllum førum nakrir troyttir føroyskir spælarar, sum gingu yvir í umklæðingarrúmið eftir dystin.
Nú skulu beinini røkjast og hugurin stimbrast, áðrenn Andorra kemur á Tórskvøld týskvøldið. Tí javnleikurin í kvøld hevur krav um sigur móti fjallalandinum við sær.
Føroyar-Lettland, 1-1 (Tórsvøllur)
0-1 Janis Ikaunieks, 25 min.
1-1 Odmar Færø, 28 min.