- Tíðindi, mentan og ítróttur
Velja nýggjan Umboðsmann í dag

Nýggjur Løgtingsins umboðsmaður skal veljast, og fyrst á dagsskránni fyri tingfundin í dag er val av Løgtingsins umboðsmanni.
Sólja í Ólavsstovu, sum hevur verið í starvinum síðani 2006, gevst sum Løgtingsins umboðsmaður á nýggjárinum.
Starvið verður ikki lýst leyst.
Formansskapurin hjá løgtinginum finnur eitt fólk, sum flokkarnir kunnu semjast um, og so verður tað fólkið biðið. Er svarið ja, verður uppskotið lagt fyri løgtingið at atkvøða um.
Tað verður gjørt fimta hvørt ár.
Jógvan Andreassen var fyrsti løgtingsins umboðsmaður. Hann var í fimm ár og byrjaði 1.januar í 2001.
Barsilsskipan og Koltur
Annars eru barsilsskipanin og heilsutrygd á skránni hjá tinginum í dag.
Og pengar til Koltur eru eisini á skránni.
Góðar tvær milliónir eru eftir av teimum fimm, sum vórðu fluttar av kontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík til fornminnini í Koltri, til at gera antikvariska serskipan í Koltri.
Men tær kunnu ikki brúkast, tí lógin um tær fer úr gildi í ár. Uppskot er tí um at leingja lógina til 2025.
Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.