Skert U21-landslið tekur ímóti Spania

Skert U21-landslið tekur ímóti Spania
Føroyska U21-landsliðið við monnum sleppur av álvara at royna seg á Tórsvølli í dag, tá Spania er mótstøðulið í EM-undankappingardysti
Stór uppgáva fyri framman hjá føroysku spælarunum á Tórsvølli
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
08.10.2020 - 12:12

Føroyska U21-landsliðið við monnum spælir í dag á Tórsvølli móti Spania. 

Dysturin er hin fyrri av tveimum í hesum landsliðsumfarinum. Týsdagin kemur Montenegro á vitjan á Svangaskarði. 

Nógv avboð

Tað er eitt skert føroyskt landslið, sum fer á vøllin í dag. Venjararnir, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen, hava fingið heili seks avboð. Millum teir, sum ikki eru við vegna skaða, eru Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Jonn Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen.

Millum avloysararnar eru Jákup Nolsøe Olsen, Pætur Skipanes og Hjalti Kárason. Tað kemur eisini væl við, at Adrian Justinussen og Daniel Johansen, sum vóru á A-landsliðnum seinast, eru við U21-landsliðnum hesa ferð.

Vunnu seinast

Føroyar eru niðast í bólki 6 í undankappingini við trimum stigum. Tey trý stigini vórðu fingin til høldar, tá U21-landsliðið vann á Ísrael á Svangaskarði tíðliga í september. Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen skutu málini í sigrinum.

Nakrar dagar seinni taptu Føroyar 2-1 á Tórsvølli móti Norðurmakedónia.   

Dysturin byrjar klokkan 17.45, og Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209