Hølvaðir í Herning

Hølvaðir í Herning
Eftir tveir sigrar í Nations League í september komu Føroyar væl og virðiliga niður aftur á jørðina eftir stóran ósigur fyri Danmark
Kringsettur: Brandur og liðfelagarnir vóru við undirlutan móti dønum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
07.10.2020 - 17:03

Bjartskygnið eftir Nations League-sigrarnar í september hvarv sum døgg fyri sól, tá Danmark setti Føroyar upp á pláss við stórsigri í Herning. Nú skulu føroysku spælararnir slikka sárini, áðrenn dystirnar móti Lettlandi og Andorra komandi dagarnar.

So skilagott út

Sum væntað hevði Danmark bóltin nógv fyrstu løtuna, men føroysku spælararnir vardu væl kring brotsteigin.

Ikki fyrrenn smáir 18 minuttir vóru spældir, royndu danir seg fyri fyrstu ferð við skoti upp á mál. Christian Eriksen skeyt við vinstra beini frá 30 metrum, men Teitur Gestsson í føroyska málinum kundi lofta uttan trupulleikar. 

So líðandi legði Danmark trýst á, og tað gav úrslit í 22. minutti. Teitur Gestsson bjargaði fleiri ferðir, men fekk einki gjørt við skot av brotsteigarmarkinum frá Andreas Skov Olsen, sum fór í málið umvegis Brand Hendriksson Olsen.

Versnaði skjótt

So varð mótbrekka. Tríggjar minuttir eftir leiðslumálið spældi Jóannes Bjartalíð bóltin til danir, og Sonni Ragnar Nattestad mátti gera brotsspark. Tað tók Christian Eriksen sær av, og so var 2-0.

Og tað varð enn verri. Joakim Mæhle fekk eina sending afturum, spákaði ígjøgnum føroysku verjuna og skeyt framvið hjálparleysa føroyska málverjanum. 

Føroyar fingu ein stóran kjans at minka um munin, tá Andreas Lava Olsen varð spældur leysur, men skotið við tá var ov tamt. 

Beint eftir fekk Andreas Cornelius ikki gjørt stórvegis annað enn at skalla og økja til 4-0, tá hann fekk eitt innlegg úr høgru síðu. 

Betri í seinna hálvleiki

Tað snúði seg í stóran mun um at steðga bløðingini í seinna hálvleiki, og naknu tølini siga, at tað eydnaðist. Danir høvdu onkran møguleika, men sjáldan gjørdist heilt vandamikið. 

Eisini eydnaðist føroyingum at halda upp á bóltin, og Føroyar høvdu eisini ein av bestu kjansunum, tá Andreas Lava Olsen fann Brand Hendriksson Olsen, men skotið við vinstra beininum fór uppum.

Tað endaði við null-loysn í seinna hálvleiki, og við komandi dystunum í huga, hevði tað stóran týdning. 

Danmark-Føroyar, 4-0 (MHC Arena)
1-0 Andreas Skov Olsen, 22 min.
2-0 Christian Eriksen, 27 min. (br.)
3-0 Joakim Mæhle, 32 min.
4-0 Andreas Cornelius, 45 min.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209