Ævintýrið skolaði burtur í írska regninum

Ævintýrið skolaði burtur í írska regninum
Dreymurin um bólkaspælið í Evropa League brast, tá KÍ tapti 3-1 fyri Dundalk á Aviva-leikvøllinum í Dublin
Tað rakk ikki longur hjá KÍ, sum tapti á Aviva-leikvøllinum í kvøld
 
01.10.2020 - 19:12

Tað varð ikki til meir enn dreymin um dystir móti risunum í evropeiskum fótbólti í bólkaspælinum í Evropa League. KÍ royndi, men mistøkini vórðu ov nógv, og tí varð tað til 3-1 tap móti írsku meistarunum, Dundalk FC, á Aviva leikvøllinum í Dublin í kvøld.   

Fyrstu løtuna var KÍ væl við í dystinum, men tað var heimaliðið, sum kom til teir kjansirnar, sum vóru. 
Tá tríggir minuttir vóru spældir, skallaði Patrick Hoban eitt innlegg við síðuna av, og tveir minuttir seinni royndi Patrick McEleney seg útifrá, men Kristian Joensen bjargaði væl. 

Miðskeiðis í hálvleikinum vóru írar nær við eftir fríspark úr vinstru, og løtu seinni løgdu teir seg á odda. 
Tað var Sean Murray sum skoraði, eftir at eitt innlegg var longt inn í brotsteigin.

Marrubyrjan eftir steðgin

Allar ætlanir hjá KÍ um at koma afturí aftur fingu eitt skot fyri bógvin beinanvegin eftir steðgin. Kristian Joensen kom út úr málinum at boksa eitt horna úr vinstru, men rakti ikki bóltin, og so stóð Daniel Cleary til reiðar og skeyt bóltin upp undir nettakið.

So var tað sum um at KÍ vaknaði úr dvala. Liðið varð flutt longur fram á vøllin, og økta trýstið hevði kjansir við sær. Tá ein lítil tími var spældur, vann KÍ bóltin langt frammi á vøllin, og Patrik Johannesen skeyt av brotsteigarmarkinum, men málverjin bjargaði væl.

KÍ fekk horna, og Jákup B. Andreasen royndi seg tvær ferðir, men írarnir bjargaði báðu ferð inni í málteiginum. Írarnir vóru ávaraðir, og løtu seinni eydnaðist tað hjá KÍ. Jóannes Bjartalíð fekk bóltin uttanfyri brotsteigin hjá Dundalk, legði hann til høgra beinið hjá Ole Erik Midtskogen, og norski framherjin skeyt hart og fann málhornið lágt til vinstru.

Tíggju avgerandi sekund 

KÍ leitaði nú eftir útjavnandi málinum, og teir vóru eisini nær við, tá eitt lítið korter var eftir. Jóannes Bjartalíð fekk enn einaferð bóltin uttanfyri brotsteigin eitt sindur til vinstru, og hesa ferð skeyt hann sjálvur við vinstrabeininum. Málmaðurin bjargaði harða skotinum, og Patrik Johannesen skeyt leysa bóltin langt omanfyri.

Lítla løtu seinna varð dysturin avgjørdur, og tað hendi, tá KÍ sá út til at nærkast útjavnandi málinum. Klaksvíkingarnir spældu seg ígjøgnum í høgru síðu, Boris Dosljak fann Patrik Johannesen, men framherjin rakti ikki bóltin nóg væl, og heimaliðið fór í mótálop. Daniel Kelly varð spældur ígjøgnum, og hann var tryggur, tá hann varð leysur móti Kristiani Joensen.

KÍ royndi at svara aftur, og var eisini nær við nakrar ferðir, men tað eydnaðist ikki, og so endaði evropeiska ævintýrið.

Dundalk FC-KÍ, 3-1 (Aviva)
1-0 Sean Murray, 33 min.
2-0 Daniel Cleary, 48 min.
2-1 Ole Erik Midtskogen, 66 min. 
3-1 Daniel Kelly, 79 min.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209