Pætur Petersen avgjørdi í týðandi HB-sigri

Pætur Petersen avgjørdi í týðandi HB-sigri
HB fekk trý týðandi stig, tá teir reyðsvørtu vunnu 2-1 í grannauppgerðini móti B36 á Tórsvølli og løgdu trýst á KÍ í toppstríðnum
HB á veg móti gullinum
Mynd: Portal.fo  
 
28.09.2020 - 20:53

Hilmar Leon Jacobsen og Pætur Petersen skutu HB til sigurs í grannauppgerðini móti B36 á Tórsvølli, og teir reyðsvørtu løgdu harvið stórt trýst á KÍ í toppstríðnum í landskappingini.

HB er nú sjey stig frammanfyri føroyameistaran, men hevur spælt ein dyst meir.

B36 betri byrjan

Tað var annars B36, sum legði seg framum tíðliga í dystinum. Eli Falkvard Nielsen skeyt málið fyri árstalsfelagið, tá eitt lítið korter var spælt.

Men HB svaraði aftur sjey minuttir seinni. Hilmar Leon Jakobsen, sum var komin á vøllin fyri skadda Mikkel Dahl, beindi eitt innlegg í netið, og so var javnleikur.

Pætur avgjørdi eftir steðgin

Bert seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá HB fekk sigursmálið. HB-málverjin, Teitur Gestsson, sendi bóltin fram til Pætur Petersen, sum skoraði undir trýsti.

B36 royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki at javna, og so fór HB við øllum stigunum.

B36-HB, 1-2 (Tórsvøllur)
1-0 Eli Falkvard Nielsen, 13 min.
1-1 Hilmar Leon Jakobsen, 20 min.
1-2 Pætur Petersen, 51 min. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209