- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haraldur kongur útskrivaður
Haraldur kongur av Noregi varð í dag útskrivaður av norska ríkissjúkrahúsinum í Oslo.
Tað váttar norska kongshúsið í tíðindaskrivi og sigur, at kongurin er sjúkrameldaður, tað sum er eftir av vikuni.
Norski kongurin varð innlagdur fríggjadagin, tí hann hevði ilt við at anda. Hann varð beinanvegin kannaður fyri Covid-19, og var negativur.
Seinni fríggjadagin segði Sonja drotning, at kongurin hevði tað gott eftir umstøðunum, og at hann fór at verða á fótum aftur skjótt.
Krúnprinsurin setur tingið
Ætlanin var, at Haraldur kongur skuldi seta Stórtingið fríggjadagin, men tað verður í staðin Hákun krúnprinsur, sum fer at seta tingið, og Sonja drotning verður eisini í tinginum fríggjadagin.
83 ára gamli Haraldur gjørdist kongur av Noregi í 1991, og hann er framvegis sera virkin, bæði innan- og uttanlands.
Í januar varð hann innlagdur fyri svimbul, og varð sjúkrameldaður í tvær vikur.
Beint fyri jól varð hann eisini sjúkrameldaður í nakrar dagar, orsakað av eini virussjúku, men annars hevur kongurin havt góða heilsu, og hevur røkt sínar skyldur.