- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norsk fiskivinna afturgongd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/norsk_fiskeri_ove.jpg?itok=kDK5jdeU)
Talan er um størstu afturgongdina nakrantíð, sigur norska vinnan.
Í august útflutti Noreg fiskavørur fyri 7,3 milliardir kr, og tað var 1,3 milliardir kr minni enn í august í fjør, upplýsir norska sjómatráðið.
Útflutt var fyri 5,3 milliardir kr av laksi, talan var um eina minking í nøgd uppá sjey prosent og 13 prosent í virði.
Sjómatráðið upplýsir, at norska krónan er styrkt, samstundis sum eftirspurningurin er minkaður og prísurin er lækkaður á ávísum marknaðum.
Koronakreppan hevur havt við sær stóran iva, og fólk hava ikki ferðast so nógv sum tey vanliga gera.
Kinesiski marknaðurin
Í fjør vaks kinesiski marknaðurin mest fyri norskar fiskavørur, men uppgerðin fyri august, vísir, at tann marknaðurin minkaði 69 prosent í virði.
Higartil í ár er sølan av laksi til Kina minkað við 28 prosentum, samstundis sum prísurin er lækkaður 32 prosent.
Sølan til Fraklands vaks við sjey prosentum og prísurin á sólum og saltfiski er hækkaður.
Fyrstu 8 mánaðirnar í ár útflutti Noreg fiskavørur fyri 68,2 milliardir kr, 780 milliónir kr meir enn somu mánaðir í fjør, vísir uppgerðin hjá Sjómatráðnum.