- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løfven: Skattalætti gott hugskot
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stefan_lofven_1.jpg?itok=JQ5uxBZY)
Tað er helst eitt gott hugskot at lækka skattin, so fólk fáa fleiri pengar, nú koronakreppan ger um seg.
Tað sigur svendi forsætisráðharrin, Stefan Løfven, við Expressen, uppundir at fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast fyri ríkisdagin.
Krevja
Liberali flokkurin hevur kravt, at skatturin verður lækkaður við 30 milliardum kr., og Centerflokkurin krevur, at skatturin verður lækkaður 10 milliardir kr.
Stefan Løfven, sum er formaður í svenska javnaðarflokkinum hevur fyrr sagt, at hann fyrst fer at játta pengar til vælferð, áðrenn skatturin verður lækkaður.
Líkt er tí til at svenski forsætisráðharrin hevur broytt støðu, nú arbeitt verður við uppskotinum til fíggjarlóg.
- Talan verður um ein stóran pakka, sum bæði fer at hava pengar til vælferð, men eisini pengar til skattalætta, so fólk kunnu nýta fleiri pengar. Vanlig fólk skulu eisini hava hjálp, so tey hjálpa til við at fáa landið úr aftur kreppuni, sigur Løfven við Expressen.