- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um at broyta revsilógina og nágreina hana
Uppskotið hjá Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum um at broyta revsilógina fær undirtøku í samgonguni eisini.
Ein samd Rættarnevnd tekur undir við broytingina. Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera týsdagin.
Uppskotið er at broyta grein 119 í revsilógini, so hon verður meira nágreinilig.
Sambært dómsvaldinum broyttist greinin, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt.
Harðskapur
Grein 119 er um harskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt.
Ein maður varð frídømdur fyri at bróta grein 119 bæði í Føroya rætti og í Eystari landsrætti.
Hann var ákærdur fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist.
Hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119, segði dómsvaldið.
Men løgtingið tekur undir við at nágreina grein 119, so hon fær sama týdning sum hon hevði, áðrenn hon varð umsett.