- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vann stórsigur á Dinamo Tbilisi
Sigurin var ein staðfesting av, hvussu langt føroyskur fótbóltur - og KÍ - hevur flutt seg síðstu árini. Ellivu spælarar, sum allir sum ein høvdu málið fyri eyga, og kendu og gjørdu tað, sum kravdist fyri at røkka tí.
Ein venjari, sum hevði lagt eina neyva ætlan, sum riggaði til fulnar. KÍ vann 6-1 - eitt úrslit, sum tú hevur ilt við at trúgva - og er eitt fet frá lovaða landinum. Bólkaspælinum í Evropa League.
Allir sum ein
Frá byrjan sóu KÍ-viðhaldsfólkini, sum tíverri ikki vóru á Tórsvølli, men heima í stovum ella úti á vertshúsum, eitt lið, sum gjørdi alt rætt. KÍ var væl skipað, spælararnir gjørdu eingi mistøk og bíðaðu tolnir eftir møguleikum at fara í álop.
Frammi í álopinum stríddust Páll Klettskarð og Ole Erik Midtskogen fyri hvønn bólt, og fingu ein deyðbólt fyri og annan eftir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gav hetta úrslit. Jóannes Bjartalíð skeyt horna, og Deni Pavlovic skallaði klaksvíkingar framum.
Seinni hálvleikur í dreymalandi
Dinamo Tblisi legði trýst á heimaliðið løtuna fyri og eftir steðgin, men teir bláu stóðu ímóti, og so kom løtan. Løtan, sum sendi allar klaksvíkingar í dreymaland.
Fyrst Patrik Johannesen, og Páll Klettskarð ferðir trý. Maðurin, sum stundum hevur verið fyri atfinningum, tí hann misnýtir ov nógvar kjansir; her tók hann av hvørjaferð, og mann hann ikki sova við dystarbóltinum undir høvdinum í nátt?
Jonn Johannesen kom inn, sá bóltin og setti fótin á hann. 6-1 segði máltalvan, og tað var fult uppiborið. Teir í bláu gingu á vatninum, teir hvítu hvurvu undir vatnskorpuna, og so varð søguliga úrslitið veruleiki.
Evropeiska ævintýrið hjá KÍ heldur fram, og hvør torir at vedda ímóti teimum í play-off umfarinum, tá Dundalk tekur ímóti um eina viku?
KÍ-Dinamo Tblisi, 6-1 (Tórsvøllur)
1-0 Deni Pavlovic, 22 min.
2-0 Patrik Johannesen, 58 min.
3-0 Páll Klettskarð, 60 min.
4-0 Páll Klettskarð, 69 min.
4-1 Jose Vitor Rodrigues Da Silva Dos Santos, 71 min.
5-1 Páll Klettskarð, 73 min.
6-1 Jonn Johannesen, 85 min.