Johan Dahl spyr um netið hjá SEV

Johan Dahl spyr um netið hjá SEV
Johan Dahl hevur seks fyrispurningar til Helga Abrahamsen
Johan Dahl í Sambandsflokkinum eigur fyrsta skrivliga fyrispurningin í hesari tingsetuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2020 - 08:59

Streymur, netið hjá Sev og grøn orka eru evnini í fyrsta skrivliga fyrispurninginum í hesari tingsetuni.

Johan Dahl, løgtingsmaður, spyr Helga Abrahamsen, landsstýrsmann, um hesi evni.

Løgtingið skal í morgin atkvøða, um Helgi Abrahamsen skal svara.

Johan Dahl hevur seks spurningar.

Hann spyr millum annað, um Helgi Abrahamsen veit um streymprísirnar í Danmark, har sum framleiðsla og net eru skild sundur, og ein liberalisering er gjørd.

Johan Dahl sigur, at hann spyr, so sjónarmiðini hjá fleiri viðkomandi pørtum kunnu koma við í arbeiðinum hjá landsstýrismanninum við einari nýggjari skipan á elorkuøkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477