Tríggjar broytingar á liðnum

Tríggjar broytingar á liðnum
Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Óluva Allansdóttir Joensen byrja inni fyri Føroyar móti Hvítarusslandi í dag
Heidi Sevdal stríðist móti norðurírunum
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
22.09.2020 - 15:08

Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Óluva Allansdóttir Joensen eru nýggjar í føroysku byrjanaruppstillingini í mun til dystin móti Norðurírlandi fríggjadagin.

Talan verður um fyrsta landsdystin hjá 18 ára gomlu Óluvu Allansdóttir Joensen, sum til dagliga spælir í KÍ.

Stór uppgáva

Hvítarussland er styrkismett hægri enn Norðurírland, sum Føoyar taptu 6-0 í síðstu viku. Talan er tí um eina stóra uppgávu, men málið hjá venjaranum er greitt:

 - Vit vita, at mótstøðan er sterk, og at tær leikliga eru væl fyri, og tí krevur tað nærlagni og konsentratión frá okkara leikarum allan dystin á tamb. Viljan og arbeiðsinnsatsin kunnu vit avgjørt taka við okkum frá dystinum fríggjakvøldið, men leikliga vilja vit eisini royna at fáa meira burturúr í kvøld, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Byrjanaruppstillingin:

Málverji:
Óluva Allandóttir Joensen

Verja:
Sanna Svarvadal
Jacoba Langgaard
Birita Ryan
Ásla Johannesen

Miðvøllur:
Julia Naomi Mortensen
Sara Samson Lamhauge
Elisabet Vang
Kára Djurhuus
Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir

Álop:
Heidi Sevdal

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209