- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varð eitraður við novichok
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/navalnyj.jpg?itok=xC_TurNo)
Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður við evninum novichok. Tað vísa kanningar, sum eru gjørdar bæði í Týsklandi og í Svøríki, skrivar NTB.
So skjótt, hann var komin til Týsklands, vísti ein týsk kanningarstova hjá herinum á, at talan var um novichok. Og nú sigur talsmaðurin hjá týsku stjórnini, Steffen Seibert, at kanningar bæði á eini aðrari týskari kanningarstovu og á eini svenskari kanningarstovu vísa tað sama.
Fluttur til Týsklands
Navalnyj gjørdist sjúkur, tá hann var á vitjan í Sibir 20. august.
Eftir altjóða trýst varð hann fluttur á eitt sjúkrahús í Týsklandi.
Sambært talsmanninum hjá týsku stórnini, hava týsku myndugleikarnir sent royndir til felagsskapin, sum virkar ímóti kemiskum vápnum, OPCW, sum eisini skal gera kanningar.
- Sama hvat úrslit, stovnurin kemur til, so hava tríggjar kanningarstovur nú prógvað, at talan var um evnið novichok, sum stavar frá Sovjetsamveldinum.
Krevja frágreiðing
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, og fleiri aðrir vesturlendskir leiðarar hava kravt eina frágreiðing úr Russlandi.
Leiðslan í Kreml vísir øllum skuldsetingum aftur.
Steffan Seibert sigur, at týska stjórnin nú tosar við síni sameindu um, hvat skal gerast.
Læknarnir á týska sjúkrahúsinum siga, at Aleksej Navalnyj batnar, men enn er ikki greitt, um hann fær varandi mein av hendingini.