Byggja nýggja flóttafólkalegu á Lesbos

Byggja nýggja flóttafólkalegu á Lesbos
12.600 fólk búði í leguni, tá eldur kom í hana í síðstu viku
Grikski forsætisráðharrin vil hava Evropa at vera við í ætlanini at byggja nýggja flóttafólkalegu á Lesbos
 
14.09.2020 - 09:02

Grikkaland fer at byggja eina nýggja legu á oynni, Lesbos, eftir at legan, Moria, brann í grund í farnu viku.

Tað sigur grikski forsætisráðharrin, Kyriakis Mitsotakis, sum samstundis mælir Evropa at vera við í ætlanini.

Tá flóttafólkakreppan tók seg upp í 2015 og í 2016, gjørdist Lesbos eitt savningarstað fyri flóttafólk og migrantar, sum vildu til Evropa.

Seinasta uppgerðin vísir, at 12.600 fólk búðu í leguni, hóast pláss bert er fyri 2.800 fólkum.

Vilja ikki hava flóttafólk

Neyðhjálparfelagsskapir hava fleiri ferðir funnist at umstøðunum í leguni.

Myndugleikarnir á Lesbos hava roynt at forða fyri, at ein nýggj lega verður gjørd, tí tey vilja ikki hava fólkini á oynni.

Mitsotakis sigur, at nýggja legan verður eitt dømi um ein nýggjan hátt at handfara migrantarnar.

- Vit fara at gera ætlanina til ein nýggjan møguleika, og eg vóni, at evropeisku londini fara at taka undir ætlanini, sigur hann.

Taka ímóti 400 børnum

11 evropeisk lond fara at taka ímóti 400 børnum í leguni, sum eru einsamøll, men Danmark er ikki millum tey londini. Í staðin hevur Danmark gjørt av at senda 22,4 milliónir kr. til økið, umframt neyðhjálp av ymsum slag.

Eina viku fyri, at eldurin kyknaði, varð legan stongd í tvær vikur, tí korona var farin at ganga í leguni.

Eftir eldin varð staðfest, at 35 fólk eru smittað við korona. ; Myndugleikarnir stúra fyri, at korona fer at breiða seg í økinum, tí migrantarnir liggja tætt saman, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497