- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenn partafeløg ikki við í roknskapum
Landsroknskapurin sigur ikki alt um støðuna hjá landskassanum, tí nógv virksemi landsins er í partafeløgum.
Og flestu almennu reglur og fyriskipanir galda ikki fyri almennu partafeløgini. Tey eru heldur ikki við í fíggjarlógum ella roknskapum, sum løgtingið fær.
Landsgrannskoðanin ger aftur vart við hetta í ársfrágreiðingini fyri 2019.
Hon sigur, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið hjá landinum, váðarnar og annað.
Grunnar heldur ikki við
Í 2016 segði Fíggjarmálaráðið seg vera samt við Landsgrannskoðanina um vandan, sum kann standast av, at ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlóg, har ikki sama gjøgnumskygni, almenn stýring og almennar reglur eru galdandi.
Grunnar eru heldur ikki við í landsroknskapinum. Dømi um tað eru Realurin og Samhaldsfasti. Har eru okkurt um tvær milliardir krónur í eginogn.