Semja um at broyta vallógina

Semja um at broyta vallógina
Rættarnevndin hevur longu skrivað álit um uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni
Rættarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum um at broyta vallógina
 
10.09.2020 - 08:52

Semja er í løgtinginum um at broyta vallógina, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, hava valrætt á kommunuvali og kunna stilla upp til kommunustýri.

Rættarnevndin hevur longu skrivað álit um uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, sum hevði fyrstu viðgerð fyri tíggju døgum síðani.

Rættarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum.

Hon heldur eisini, at stýrisskipanarlógin skal broytast, so fólk, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, eisini kunnu fara á løgtingsval.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109