Heimini í Havn lata upp fyri vitjanum

Heimini í Havn lata upp fyri vitjanum
Ongar avmarkingar eru viðvíkjandi vitjandi, tó skulu vitjanir framvegis vera í búrúminum, og vitjanir verða skrásettar
Nú verður latið upp aftur fyri vitjanum og øðrum virksemi, sum var í heimunum undan koronu
 
08.09.2020 - 08:45

Fríggjadagin flytur virkis- og venjingarstovan á Boðanesheiminum inn aftur í høli síni á Boðanesheiminum. Tjarnarlon flytur inn aftur í Lágargarð mánadagin 14.septembur. 

Dagtilboðini verða skipað sum heildagstilboð.

Tilhaldið millum Bóla letur eisini upp aftur mánadagin. Og tilhaldini í Tórsgøtu og í Nólsoy lata eisini meira upp. 

Venjingar í Badmintonhøllini byrja aftur í morgin, og venjingar í Fimi byrja hósdagin.

Open Gym í Burn byrjar 21.september.

Neyðugt er við tilmelding fyri at halda almennu tilmælini um frástøðu, sigur Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommuna.

Lata upp fyri vitjanum

Í dag lata heimini í Tórshavnar kommunu upp aftur fyri vitjanum og øðrum virksemi, sum var í heimunum fyri koronu. 

Ongar avmarkingar eru viðvíkjandi vitjandi, tó skulu vitjanir framvegis vera í búrúminum, og vitjanir verða skrásettar.

Hava vitjandi ella fólk, sum eru knýtt at tilboðunum, verið uttanlands, skulu tey vera heima fyrstu vikuna.

Og ein kanning, sum staðfestir, at fólk ikki eru smittað, skal fyriliggja á sætta degi. 

Eisini skulu fólk vera heima og lata seg kanna, um tey hava sjúkueyðkenni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371