- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlaðu at flyta Kolesnikova til Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/maria1_0.png?itok=oC90iZTp)
Tað er ógreitt, hvar mótmælisleiðarin í Hvítarusslandi, Maria Kolesnikova, er. Tað hevur ljóðað, at maskuklæddir menn í høvuðstaðnum, Minsk, tóku hana, men seinni varð upplýst, at hon varð tikin á ukrainska markinum.
Maria Kolesnikova var saman við tveimum øðrum kvinnum, og hildið verður, at myndugleikarnir koyrdu hana og hinar báðar til ukrainska markið. Tær, sum vórðu saman við Kolesnikovu, vórðu noyddar at fara um markið til Urkraina, meðan Kolesnikova sjálv ikki vildi fara, og tí varð hon tikin.
Ikki óvanligt
Tíðindakvinnan hjá Danmarks radio, Mathilde Kimer, sigur, at tað ikki er óvanligt, at mótstøðufólk hjá Lukasjenko, forseta, verða førd til markið til Ukraina, fyri at sleppa av við tey.
Maria Kolesnikova hevur staðið á odda fyri eini rørslu í Hvítarusslandi, sum roynir at koma á tal við Lukasjenko forseta, fyri at fáa skipað demokratisk viðurskifti í landinum.
Hon er ikki politikari, men stendur á odda fyri virkseminum hjá andstøðuleiðaranum, Viktor Babariko, sum myndugleikarnir fongslaðu stutt undan valinum 9. august.
Mótmæla framvegis
Hóast myndugleikarnir í Hvítarusslandi royna at steðga mótmælunum, so hevur tað ikki eydnast, og sunnudagin vóru fleiri enn 100.000 fólk í gøtunum og mótmæltu.
ES hevur kravt, at øll sum eru fongslað, verða latin leys alt fyri eitt.
Reuters skrivar seinnapartin, at Lukajensko, forseti, skal hava sagt, at hann kanska hevur sitið ov leingi við valdið í Hvítarusslandi.