- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seyðasýningin verður fyrst í november
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/f84351e08bfc28751c1e4a2627a06724.png?itok=2flbaJyl)
Í ár verður landsseyðasýningin frá 4. til 8. november.
Útvald sýnsfólk hjá Búnaðarstovuni sýna seyðirnar, og nummar 1, 2 og 3 verða kosnir í hvørjum bólki - tað vil siga veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.
Seyðurin verður sýnaður eftir einum stiga, frá 0 - 10, fyri ávikavist bein framman, bein aftan, horn, ull og heildarmynd.
Fyri at vera við í landsseyðasýningini skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða.
Góðkendur á lokalari seyðasýning
Seyðurin skal eisini vera góðkendur á lokalari seyðasýning í einum av sýnsøkjunum, sum Búnaðarstovan hevur ásett, stendur m.a. í reglugerðini fyri landsseyðasýningina.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni mánadagin 2. november. Tað er ókeypis av vera við.
Endaliga úrslitið av landsseyðasýningini verður kunngjørt fríggjakvøldið, 13. november.