- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmaðurin fekk 72 kærur í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-02-11-11h20m08s613.png?itok=ivNv29ZY)
Formansskapurin hjá løgtinginum hevur lagt uppskot til samtyktar um ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Hetta er 19. ársfrágreiðingin, sum umboðsmaðurin hevur latið løgtinginum.
Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur, 59 teirra vórðu avgreiddar fyri nýggjár. Harumframt vórðu avgreiddar 18 klagur frá undanfarnum árum.
Umboðsmaðurin tók upp tvey mál av egnum ávum, annað varð avgreitt í fjør og harafturat tvey slík mál frá undanfarnum árum.
Ein fráboðan
Um niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er, at umsitingin hevur framt álvarsligt mistak ella vansketni, skulu formansskapurin í løgtinginum, løgmaður, avvarðandi landsstýrisfólk og/ella kommunustýri hava boð um tað.
Ein slík fráboðan varð latin løgtinginum í fjør.
Umboðsmaðurin skal eisini boða løgtinginum og avvarðandi landsstýrisfólki frá, um funnin eru lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum. Eingin slík fráboðan er latin løgtinginum í 2019.
Løgtingið skal velja nýggjan Umboðsmann í heyst, tí Sólja í Ólavsstovu gevst á nýggjárinum.