Gunnar Nielsen ikki við

Gunnar Nielsen ikki við
Felagið hjá Gunnari Nielsen í Íslandi hevur sent boð eftir honum um at koma aftur til Íslands
Gunnar Nielsen fer ikki at standa í málinum í dystinum móti Andorra
 
04.09.2020 - 15:33

Tá ið føroyska A-landsliðið fer í eldin í Andorra sunnudagin, verður málverjin, Gunnar Nielsen, ikki við.

Sóttarhaldsreglurnar í Íslandi hava fingið felagið hjá Gunnari Nielsen, FH Hafnarfjørður, at senda boð eftir málverjanum at koma aftur til Íslands, og tí verður hann ikki við í dystinum móti Andorra.

- Tað er sjálvandi sera harmiligt, at eg ikki kann vera við til dystin í Andorra, men tað er ikki so nógv at gera við tað. Eg eri sera glaður fyri, at vit fingu ein sigur í gjár, og eg eri eisini vísur í, at liðið nú fer til Andorra, og klárar seg væl, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. 

Í staðin fyri Gunnar Nielsen, hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sent boð eftir Kristiani Joensen úr KÍ. 

Føroyska ferðalagið fór úr Vágum fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791