- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur og landskassin meira í skatti í ár
Til 1.september í ár fingu kommunurnar eina milliard og 370 milliónir krónur í fyribilsskatti, slakar 56 milliónir meira enn fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Munurin er 4,25 prosent.
Eisini annar skattur er størri í ár.
Landsskatturin er ein milliard og 156,4 milliónir krónur í ár, 55,4 milliónir krónur meira enn í fjør.
Munurin er góð fimm prosent.
Kirkjuskatturin er 2,9 milliónir størri, góð sjey prosent, og eftirlønarskatturin er 19,7 mió. kr. størri í ár, 7,6 prosent.
Sjey kommunur minni skatt
Bara sjey kommunur hava fingið minni skatt í ár enn í fjør. Hinar 22 hava fingið meira skatt.
Innflutningsgjøldini eru tey somu í ár sum í fjør.
Innflutningsmeirvirðisgjald, tollur og punktgjøld góvu eina milliard og 224 míó. kr.