- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd fær átalu frá LUM
Tað er ikki nøktandi, at Heilsutrygd ikki svarar einari áheitan um innlit í næstan sjey mánaðir, og ikki svarar Løgtingsins Umboðsmanni, LUM, fyrr enn fimm mánaðir eftir, at hann bað um eina frágreiðing.
Tí hevur Umboðsmaðurin givið Heilsutrygd eina átalu.
7. februar fekk LUM eina kæru frá einum fólki, tí Heilsutrygd hevði ikki svarað eini áheitan um innlit í egið mál um heilsutrygdargjald, sum varð send 23. november í fjør.
Bað um frágreiðing
10. februar bað LUM Heilsutrygd um eina frágreiðing um málið. Men frágreiðingin kom ikki, og tí minti LUM Heilsutrygd aftur á málið tann 13. mai.
Ikki fyrr enn 20. juli boðar Heilsutrygd LUM frá, at innlit varð latið í part av málinum tann 17. juli, og at kærast kundi til Heilsu- og Innlendismálaráðið.
LUM ger vart við, at kærarin skuldi havt verið kunnaður um, at kærast kundi til nevndina í almanna-, familju- og heilsumálum í staðin.
Løgtingsins Umboðsmaður ger vart við, at innlit skal latast sum skjótast, og í seinasta lagi 10 dagar eftir, at kæran er komin, skal kærarin hava at vita, hví svar ikki er komið, og hvat orsøkin er til tað.
Ikki nøktandi
At Heilsutrygd ikki svarar eini umbøn um innlit er ikki nøktandi, og tað er heldur ikki nøktandi, at Heilutrygd ikki avgreiðir eitt slíkt mál eftir fimm mánaðum, og heldur ikki svarar LUM í sama tíðarskeiði.
Tí fær Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av køruni.
Nú kærarin hevur fingið svar, ger Løgtingsins Umboðsmaður ikki meira við málið.