- Tíðindi, mentan og ítróttur
Farmaskip við fólki og neytum horvið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gulf_livestock_1.png?itok=icgMMYd1)
Stór leiting er sett í verk út fyri japonsku strondini eftir einum farmaskipi við 42 fólkum og fleiri túsund neytum umborð.
Skipið sendi út neyðarkall í gjár.
Ein av manningini varð bjargaður seint í gjárkvøldið. Sambært honum, er skipið sokkið.
Maðurin hevur greitt frá, at motorarnir steðgaðu og at aldurnar skolaðu inn yvir skipið, sum legði seg á liðina og síðani sakk.
Sendi neyðarkall
Skipið "Gulf Livestock 1" flutti 5.867 neyt og varð statt vestan fyri oynna Amami Oshima í útsynning úr Japan, tá tað gjáramorgunin sendi út neyðarkall.
Tað er ikki greitt, hví tað var í neyð, men vánaligt veður var á leiðini, í kjalarvørrinum av tropisku ódnini Maysak. Og illveðrið hevur tarnað leitingararbeiðnum.
Skipið, sum siglir undir Panama-flaggi, fór úr Ný Sælandi 14. august, og skuldi eftir ætlan koma til Kina næsta fríggjadag, skrivar japanska Kyodo News.