Føroyar í donsku fíggjarlógini

Føroyar í donsku fíggjarlógini
Orðið "Færøerne" er nevnt 160 ferðir og orðið "færøsk" 34 ferðir í uppskotinum um danska fíggjarlóg fyri 2021.
 
01.09.2020 - 09:36

Føroyar eru ofta nevndar í uppskotinum um danska fíggjarlóg fyri 2021, sum varð lagt fram í gjár.

Orðið "Færøerne" er nevnt 160 ferðir í uppskotinum og orðið "færøsk" 34 ferðir.

Heildarveitingin er tann sama sum í ár, 641,8 mió. kr. Harafturat koma 8,9 milliónir, tí sokallaða bonuspuljan er løgd niður og latin sum blokkur í staðin fyri. 

Heildarveitingin til Føroyar er tó lítil samanborin við ta grønlendsku. Hon verður næstan fýra milliardir næsta ár, góðar 30 milliónir krónur størri enn í ár.

Ríkisumboðið í Føroyum fær meira til raksturin næsta ár enn í ár.

Settar eru av 8,6 mió. kr. næsta ár. Í ár eru 6,9 milliónir til raksturin.

Í uppskotinum um fíggjarlóg sæst, at 700.000 kr. eru játtaðar næsta ár og 500.000 kr. í 2022, tí Ríkisumboðið skal umsita cpr-nummarið, sum føroyingar fara at kunna søkja um, og lata fólki NemId og MitId.

Í sambandi við, at Føroyar hava søkt um atlimaskap í FAO, hevur FAO kravt, at Danmark tryggjar limagjaldið úr Føroyum.

Talan er um 15.000 kr. um árið.

Tá hugsast kann, at aðrir altjóða felagsskapir fara at krevja tað sama, er sett av ein millión krónur til at veðhalda fyri limagjøldum hjá Føroyum og Grønlandi.     

Í ár, næsta ár og í 2022 kann Danmarks Innovationsfond lata 1,7 mió. kr. um árið til teirra í Føroyum og Grønlandi, sum skriva phd-ritgerð um vinnulív.

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn fær 1,5 milliónir um árið í 2021 og 2022 til undirvísing og gransking um føroysk viðurskifti.

Hálv millión er til føroyskt og grønlendskt talgilt undirvísingartilfar.  

Pengar eru settir av til tríggjar virðislønir, eina í Danmark, eina í Grønlandi og eina í Føroyum, til teirra, sum skriva serritgerð um ríkisfelagsskapin.

Føroyskar kanningar um umhvørvið í Arktis fáa stuðul. 

Og forsætisráðharrin fær loyvi til at lata føroyska landskassanum helvtina av tí, sum sektir og konfiskasjón fyri ólógligt fiskarí við Føroyar geva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Hósdag 27. februar
Andarblak 27. februar 2024
188393
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381

Annað frá KVF