- Tíðindi, mentan og ítróttur
Økisnavn.fo er ikki partur av fyrisitingini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lum_0.png?itok=pUfLsNNY)
Ein klaga um, at Økisnavn.fo krevur pengar fyri tær tænastur, sum stovnurin veitir, bleiv ikki viðgjørd av Løgtingsins umboðsmanni.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið segði, at virksemið hjá Økisnavni.fo er ikki partur av almennu fyrisitingini.
Og hesum tekur Løgtingsins umboðsmaður undir við.
Klagan um Økisnavn.fo er tí ikki viðgjørd, tí Umboðsmaðurin viðger bara almennu fyrisitingina.
Lóggáva á økinum
Men Løgtingsins umboðsmaður bað Umhvørvis- og Vinnumálaráðið kanna, um umsitingin av føroyskum internet-økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu.
Danska umsitingin av internet-økisnøvnum, sum føroyska umsitingin er grundað á, varð skipað í lóggávu longu í 2005.
Umboðsmaðurin heldur, at ein lóg kann skipa almennar reglur um umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum, áseta neyðug krøv og treytir um KT-trygd, og áseta reglur um kærumyndugleika og reglur, sum skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum.