- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ný Sæland: Fyrsti dómurin um lívlangt fongsul
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brenton.png?itok=8SLTIpjk)
Fyri fyrstu ferð hevur ein nýsælendskur dómstólur dømt ein persón lívlanga fongsulsrevsing.
Tað hendi í morgun okkara tíð, tá 29 ára gamli avstraliumaðurin, Brenton Tarrant, varð dømdur inn at sita restina av lívinum fyri at hava dripið 51 muslimar.
Brenton Tarrant stroymdi beinleiðis á Facebook, tá hann 15. mars í fjør fór inn í tvær moskur í býnum Christchurch og beindi fyri 51 muslimum.
Játtaði seg sekan
Tarrant játtaði seg sekan í 51 ákærum um morð, 40 ákærum um drápsroynd og einari ákæru um at hava framt yvirgang.
Dómarin segði, at ein tíðaravmarkaður dómur var ikki nøktandi í hesum málinum.
- Tíni brotsverk eru so ónd, at sjálvt um tú verður hildin í varðhaldi, til tú doyrt, fer tað ikki at lúka krøvini um revsing og fordøming, segði dómarin, tá dómurin varð kunngjørdur, skrivar tíðindastovan Reuters.