- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalir fáa kanska kavarasjúku
Ein venjing hjá Nato við Ísland í juli er kanska orsøkin til, at so nógvir hvalir hava gjørt landgongd í Evropa.
Miðilin ibtimes veit at siga, at 29 ferðir eru hvalir farnir á land seinastu vikurnar.
Í venjingini hjá Nato vóru sonar ljóðbylgjur brúktar til at finna kavbátar. Og kanska hava hesar ljóðbylgjur ávirkað hvalir, so teir gerast sjúkir, halda vísindafólk.
Fáa kavarasjúku
Hvalirnir fáa okkurt, sum líkist kavarasjúku hjá fólki. Ljóðbylgjurnar gera eisini hvalirnar bangnar, so teir svimja á land.
Hetta eru hvalir, sum annars liva djúpt í sjónum.Tað er kortini ikki staðfest, at ljóðbylgjur eru orsøkin til, at hvalir svimja á land.
Vísindafólk siga, at aðrar orsakir enn ljóðbylgjur kunnu eisini vera.