Arbeiðið skal byrja síðst í oktober

Arbeiðið skal byrja síðst í oktober
Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at bjóða arbeiðið upp á langhylin út. Samtyktin var ikki einmælt
 
26.08.2020 - 09:31

Fimm byggifeløg verða nú biðin um at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna í sambandi við nýggju svimjihøllina í Havn.

Spakin skal setast í síðst í oktober.

Byggingin skal eftir ætlan vera liðug um ársskiftið 2022/2023. Bygt verður vestanfyri verandi svimjihøll, sum kom í 1982.

Samtykt varð á eykabýráðsfundi í gjárkvøldið at bjóða arbeiðið út.

Ikki einmælt

Samtyktin var ikki einmælt. Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein atkvøddu ímóti.

Og Helena Dam á Neystabø og Halla Samuelsen atkvøddu blankt.

Tey, sum ikki atkvøddu fyri, halda, at nógvir spurningar um langhylin eru ósvaraðir, millum annað hvussu verkætlanin verður fíggjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946