- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltur aftur men uttan áskoðarar fyribils
Ikki fyrr enn um eina viku sleppa fólk til fótbólt aftur í Føroyum.
Avgjørt er, at fyribils verður spælt uttan áskoðarar til og við fríggjadagin 28.august, sigur Fótbóltssambandið.
Síðan mikudagin 5.august hevur steðgur verið í øllum kappingum, undantikið í Betri deildini hjá monnum.
Men í dag byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29.august byrja kappingarnar í barnadeildunum og ungdómsdeildunum aftur.
Úrvalsliðs- og landsliðsvenjingarnar byrja aftur mánadagin 24.august.
Betri deildin hjá kvinnum byrjar aftur í morgin, tá ÍVB og KÍ spæla í Fløtugerði í Fuglafirði kl.12.15.
Tríggir dystir
Í Betri deildini hjá monnum eru tríggir dystir í morgin.
TB og Skála spæla klokkan 15.00, og tað gera EB/Streymur og AB eisini. Tann dysturin verður við Margáir.
Kl.16.00 spæla ÍF og Víkingur.
Í 1.deild hjá monnum er fult umfar í dag.
Dystirnar á skránni eru hesir: B71-NSÍ, FC Hoyvík-07 Vestur, B36-HB, AB-Víkingur og KÍ-B68.
Sóttarhald forðar tó fyri, at dysturin á Sandi verður spældur í dag.