- Tíðindi, mentan og ítróttur
UEFA: 3-0 til KÍ var eitt mistak
Tað er framvegis óvist, um tað verður KÍ ella Slovan Bratislava, ið fer víðari í evropeisku meistarakappingini, Champions League.
KÍ boðar frá í tíðindaskrivi seinnapartin, at UEFA fer at taka støðu mánadagin.
Málið skal viðgerast í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin.
Fyrrapartin skrivaði UEFA annars á heimasíðuni, at KÍ stóð til at vinna dystin 3-0.
Tað var eitt mistak.
Støða ikki tikin enn
Og UEFA staðfestir samstundis, at eingin endalig støða er tikin í málinum enn.
- Vit kunnu ikki vænta greið boð frá UEFA fyrr enn mánadagin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
KÍ er kortini farið undir fyrireikingarnar til dystin ímóti Young Boys mikudagin.
KÍ hevur biðið um at fáa dystin í Sveis útsettan til hósdagin, men tann umbønin var ikki gingin á møti.
UEFA hevur biðið bæði KÍ og Slovan Bratislava fyrireika seg til at spæla ímóti Young Boys mikudagin.