- Tíðindi, mentan og ítróttur
UEFA tekur avgerð um dystin í dag
Umboðið hjá UEFA, sum er í Føroyum í sambandi við Champions League-dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, fer í dag at avgera, hvussu verður við dystinum, sum er á skránni í kvøld.
Ferðalagið úr Slovakia kom til Føroya mánadagin. Seinnapartin í gjár varð staðfest, at ein í ferðalagnum, ein fysioterapeutur, hevur korunusmittuna.
Farsóttarnevndin gjørdi av, at antin skal ferðalagið úr Slovakia í sóttarhald, ella skal tað fara av landinum aftur.
>> SÍ EISINI Slovan Bratislava hópurin skal av landinum
UEFA avger í dag, hvussu verður við dystinum, sum skal vera í Klaksvík í kvøld. UEFA hevur sagt, at allir dystir í hesum umfarinum skulu verða spældir í seinasta lagi fríggjadagin 21. august.
Um dysturin í Klaksvík ikki verður spældur, avger UEFA, hvat hendir. Og tann avgerðin kemur í dag, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.
Í farnu viku dømdi UEFA felagið KF Drita úr Kosovo at tapa ein dyst í Champions League, eftir at allur hópurin mátti í sóttarhald, tí tveir spælarar høvdu fingið koronusmittuna.